Privat vaktarfelag ansar eftir Steinatúni

27.11.2022 - 14:40
InnlendisSamfelag
Privat vaktarfelag ansar eftir Steinatúni
Trupulleikarnir við fullum fólki eru stórir. Arbeitt verður við eini varandi loysn, so hesi fólk kunnu sita undir taki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Trupulleikin við fullum fólki í miðbýnum í Havn er so stórur, at kommunan hevur gjørt avtalu við eitt privat vaktarfelag at halda skil á. Ávirkað fólk verða flutt burtur úr Steinatúni, og so tekur kommunan sær av uppruddingini. Men hetta er ikki nøkur varandi loysn, tí er vátt í veðrinum, so koma tey aftur at fáa sær lívd í bussskýlum og undir stóra takinum.

Johan Syderbø er deildarleiðari fyri bygningsdeildina í Tórshavnar Kommunu. Hann hevur ábyrgdina av økinum og sigur, at tey royna at finna eina meira varandi loysn, so fólkini kunnu fáa lívd uttan at vera til ampa fyri onnnur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444