- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar
13-11-2026
Í morgun kappast vit í "genta-drong", har tað ræður um at hugsa skjótt.
Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Ella næstan. Tí tað er ikki heilt einfalt at staðfesta, nær flokkurin í roynd og veru varð stovnaður. Fyrstu javnaðarfeløgini vóru stovnað í Havn og á Tvøroyri í 1925, meðan Ringfelagið, Føroya Javnaðarflokkur, varð skipað í 1927."
Soleiðis stendur at lesa í spildurnýggju bókini Reyði tráðurin, Javnaðarflokkurin 100 ár, sum verður løgd fram á bókadøgunum um vikuskiftið.
Gestir:
Rigmor Dam
Helgi Eidesgaard

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500