- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politikarar kjakast um heilsuverkið
Politikarar kjakast um heilsuverkið
Læknafelagið skipar fyri politiskum fundi í morgin

Heilsuverkið er evnið á politiskum kjakfundi í morgin, sum Læknafelagið skipar fyri.
02.12.2022 - 08:40
Læknafelag Føroya vil hava politisku flokkarnar at kjakast um heilsuverkið nú og frameftir og boðar til politiskan fund í morgin.
Umboð fyri Læknafelagið, Kommunulæknafelagið, Serlæknarnar og Yngri Læknar fara at seta orð á tey átøk, sum eftir teirra metan eru mest umráðandi hjá nýggja politiska valdinum at taka støðu til.
Evnini eru, hvussu vit fáa læknarnar heimaftur, hvussu brúka vit serlæknarnar best, og um kommunulæknaskipanina, sum sambært Læknafelagnum er í kreppu.
Valfundurin hjá Læknafelagnum verður á Hotel Brandan í morgin 14.
Tiltakið verður stroymt á Facebook-síðuni hjá Yngri Læknum Føroyar, skrivar Læknafelagið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















