Havnirnar mugu vera við til at bøta um trygdina

04.12.2022 - 13:44
InnlendisSamfelag
Havnirnar mugu vera við til at bøta um trygdina
Kommunurnar kundu verið við til at forða fyri druknivanlukkum, um havnirnar høvdu landgongdir tøkar til smærru skipini. Tað heldur Jógvan Tróndarson, skipari
Jógvan Tróndarson er skipari í Grønlandi

Tað er ongin ivi um, at tað er eitt greitt ynski í vinnuni at bøta um trygdarviðurskiftini hjá fiskiskipum, sum liggja við bryggju, so vit sleppa undan fleiri vanlukkum, har menn detta niðurímillum og drukna. Tí ivast Jógvan Tróndarson, skipari onga løtu í.

Í Degi og Viku fríggjakvøldið greiddi Anfinnur Garðalíð, sum eisini er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, frá, um hendingina, tá beiggi hansara druknaði við Eystaru Bryggju í Havn í summar. Og fyri einari viku síðani druknaði ein pólendingur við Eystaru Bryggju, tá hann datt niður ímillum skipið og bryggjuna.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnurstýrinum, heldur, at tað er neyðugt við einari hugburðsbroyting víðvikjandi trygdini umborð á fiskiskipum.

Men skulu vit koma á mál við einari null hugsjón, so mugu havnamyndugleikarnir eisini upp í leikin, heldur Jógvan Tróndarson, sum er skipari í Grønlandi. Hann heldur, at havnirnar eiga at útvega tryggar landgongir til tey smærru skipini, sum ikki hava so góðan møguleika at hava slíkar umborð.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444