Flestu tilflytarar í Grønlandi koma úr Asia

Flestu tilflytarar í Grønlandi koma úr Asia
1.860 tilflytarar eru í landinum, nærum tvær ferðir so nógvir sum fyri fimm árum síðani
Hagtølini siga, at flestu asiatarnir koma úr Filipsoyggjum, og síðani koma tailendingar og kinesarar á ávikavist øðrum og triðja plássi. (Savnsmynd)
 
05.12.2022 - 09:40

Ongantíð hava so nógvir tilflytarar verið í Grønlandi sum nú, og flestu koma úr londum í Asia.

Sambært grønlendsku hagstovuni eru 1.860 tilflytarar í Grønlandi, nærum tvífalt so nógvir sum fyri fimm árum síðani, tá ið teir vóru gott túsund í tali.

Í 2017 høvdu 391 av teimum 1.017 tilflytarunum ríkisborgararætt í asiatiskum landi, men nú er talið 1.139 tilflytarar, ella ein vøkstur upp á heili 291 prosent.

 

Tey flestu úr Filipsoyggjum 

Hagtølini siga, at flestu asiatarnir koma úr Filipsoyggjum, og síðani koma tailendingar og kinesarar á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Fyri fimm árum síðani vóru evropearar størsti bólkurin av tilflytarum, men eru nú næststørsti bólkurin.

Verða danir og føroyingar ikki taldir við, eru evropisku tilflytararnir í Grønlandi nú 688 í tali, sum eru góð 20 prosent fleiri síðstu fimm árini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610