SF tikið seg úr stjórnarsamráðingunum

SF tikið seg úr stjórnarsamráðingunum
Samráðingarnar nú eru blivnar "ov bláar", sigur Pia Olsen Dyhr, forkvinna
Pia Olsen Dyhr er forkvinna í SF.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.12.2022 - 13:49

Sosialistiski fólkaflokkurin, SF, í Danmark hevur tikið seg úr samgongusamráðingunum.

TV2 skrivar, at forkvinnan, Pia Olsen Dyhr sigur, at samráðingarnar nú eru blivnar "ov bláar", sum hon málber seg.

Spurd, um SF ætlar sær at vera stuðulsflokkur í einari stjórn tvørtur um miðjuna við Sosialdemokratunum og Vinstra, svarar Pia Olsen Dyhr nei.

- Vit skulu ikki vera stjórnarberandi, men heldur ein konstruktivur andstøðuflokkur, sigur hon.

- Eg harmist um, at fyrst Konservativi flokkurin og nú SF hava tikið seg úr samráðingunum, tí eg hevði eitt ynski um, at báðir hesir flokkar skuldu vera við. Men nú samráðast vit so víðari við aðrar flokkar, sigur Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratunum við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290