Valhølini hava latið upp

bannari
Valhølini hava latið upp
39.017 fólk hava valrætt í dag, 1.196 fleiri enn í 2019
Nógv tað størsta valstaðið er á Hálsi í Havn, har kunnu 13.182 fólk velja.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2022 - 10:23

Valhølini lótu upp klokkan 10, og tey hava opið til klokkan 20, ella so leingi steðgur ikki kemur í. 

39.017 hava valrætt á løgtingsvalinum í dag. Hetta eru 1.196 fleiri enn á valinum í 2019.

589, sum lesa uttanlands, hava valrætt í dag.

169 valevni eru. Tey vóru 179 í 2019, men tá vóru níggju flokkar, nú eru sjey.

Valstøðini eru 57. Nógv tað størsta er á Hálsi í Havn, har kunnu 13.182 fólk velja.

Minsta valstaðið er í Hattarvík, har eru 10 veljarar. 

 

Klokkan er 10, og valstaðið í ítróttahøllini á Hálsi hevur júst latið upp. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786