Kunnu fáa eitt spildurnýtt løgting

bannari
Kunnu fáa eitt spildurnýtt løgting
Millum tey 169 valevnini, sum stilla upp til løgtingsvalið hesa ferð, eru 53 nýggj valevni, sum ongantíð hava stillað upp fyrr
Í dag skulu nøvn setast á teir 33 sessirnar, sum eru í løgtinginum.
 
08.12.2022 - 14:30

Í dag er løgtingsval. Og tá fólk skulu seta krossin, eru 169 nøvn at finna á teimum sjey flokslistunum. 

Millum tey 169, sum stilla upp til løgtingsvalið hesa ferð, eru 53 nýggj valevni.

Hesi 53 hava sambært Valúrslit.fo ongantíð áður stillað upp til løgtingsval, kommunuval ella fólkatingsval. Tað svarar til ein slakan triðing ella 31 prosent. 

Til løgtingið kunnu í mesta lagi veljast 33 løgtingsfólk, og sostatt er møguleiki fyri, at nýggja løgtingið verður mannað av spildurnýggjum fólkum. Kortini er hetta nakað ósannlíkt. 

 

Allir flokkar hava nýggj valevni

Sjey flokkar stilla upp til valið hesa ferð, og allir flokkar hava spildurnýggj valevni á listanum. 

Býtið millum flokkarnar sær sambært Valúrslit.fo soleiðis út.  

Flokkur Nýggj valevni Valevni í alt
Fólkaflokkurin 6 24
Sambandsflokkurin 5 29
Javnaðarflokkurin 12 36
Sjálvstýri 5 18
Tjóðveldi 12 31
Framsókn 7 17
Miðflokkurin 6 14

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493