Danskir miðlar gera nógv burtur úr føroyska valinum

bannari
Danskir miðlar gera nógv burtur úr føroyska valinum
Fleiri donsk sjónvarpslið eru í Føroyum og siga frá løgtingsvalinum, og tey hava sera ymiskan vinkul upp á valið
08.12.2022 - 21:30

Maja Flinthøj og DR hava lagt dent á høgu húsaprísirnar.

Lotte Mejlhede og TV2 hava millum annað sett sjóneykuna á fosturtøkuspurningin. 

Danskir miðlar vísa føroyska valinum stóran ans, og tí eru fleiri donsk sjónvarpslið í Føroyum. 

"Vit hava eina skyldu at fortelja dønum um, hvat hendir í øðrum pørtum av Ríkisfelagsskapinum," sigur Maja Flinthøj. 

Kenda sjónvarpskvinnan Lotte Mejlhede úr TV2 fegnast um at fáa møguleikan at vitja aftur í Føroyum. 

"Tað er mín uppgáva at greiða dønum frá, hví føroyingar eitt nú hava eina aðra meining enn danir til eitt nú fosturtøku."

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214