Nývald og fallin tingfólk

bannari
Nývald og fallin tingfólk
Millum tey nývaldu eru Árni Skaale og Eyðdis Hartmann Niclasen, og millum teirra, sum fullu, eru Frimodt Rasmussen og Bill Justinussen
Árni Skaale, sum hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum seinasta árið, er millum teirra, sum eru nývald. Hann fekk 422 atkvøður á valinum í gjár.
 
09.12.2022 - 09:30

Nøkur nýggj tingfólk blivu vald á løgtingsvalinum í gjár.

Tey nýggju eru Bárður á Lakjuni og Árni Skaale í Fólkaflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum, Uni Holm Johannesen og Margit Stórá í Javnaðarflokkinum, Dennis Holm og Annika Olsen, sum nú er í Tjóðveldi, og Sólvit Nolsø í Framsókn.

Og fimm blivu ikki afturvald.

Tey eru Uni Rasmussen í Fólkaflokkinum, Frimodt Rasmussen og Rósa Samuelsen í Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum, Bill Justinussen í Miðflokkinum og Kristin Michelsen í Sjálvstýri.

 

Bill Justinussen í Miðflokkinum fall á valinum í gjár. Hann fekk 382 atkvøður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

10 kvinnur blivu valdar í gjár, líka nógvar sum í 2015.

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum fekk flestar atkvøður, hann fekk 1.961 atkvøður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375