Les og lær - í Føroyum 2014

Perman á 'LES OG LÆR í Føroyum 2014'
Les og lær - í Føroyum 2014
Tit kenna møguliga donsku bókina “Hvad kan jeg blive“, ið greiðir frá um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar í Danmark. Ein bók av sama slag er nú eisini komin á marknaðin her í Føroyum og kallast “LES OG LÆR í Føroyum 2014“.
27.08.2013 - 20:30

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Í dag kl. 11 var móttøka í FUr, har nýggja bókin hjá Føroya Ungdómsráð “LES OG LÆR í Føroyum 2014“ varð løgd fram. Tað er 26 ára gamli Rói Poulsen, formaður í FUr, ið er drívmegin í bókini, og arbeiðið at gera bókin byrjaði av álvara í januar. Tey hava sjálv fíggjað bókina saman við nøkrum fakfeløgum og Vinnuhúsinum, og tað er Hjørdis Gaard, ið hevur skrivað hana.

 

- Í Føroyum brúkar mann nógvar pengar uppá rakstur og bygningar, men mann brúkar nærum ongar pengar uppá kunning. FUr vil, at føroyingar skulu vera tilvitaðir um útbúgvingarnar í Føroyum, áðrenn teir taka støðu til, hvar teir ætla sær at lesa, greiðir Rói Poulsen frá í práti við Röddina.

 

 

Á hvørjum ári fara nógvir føroyingar uttanlands at lesa, og flestu teirra fara til Danmarkar. Danmark er tætt við, og vinfólkini fara har - og kunningin er har.

 

- Føroyingar vita ov lítið um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, og veruleikin er tann, at tað er lættari at finna kunning um útbúgvingarnar í Danmark. Tað er týdningarmikið, at føroyingar velja at lesa í Føroyum, tí tá ið fleiri lesa her, verður møguleikin at skapa eitt sosialt lestrarumhvørvi í Føroyum størri. So verður mann ikki tann einasti, sum er eftir í Føroyum og lesur.

 

 

“LES OG LÆR í Føroyum 2013“ fæst ikki til keyps í fyrsta umfari, men er ætlað øllum lestrarvegleiðarum á miðnámsskúlunum og verður harumframt møgulig at finna hana á bókasøvnunum í Føroyum.

 

- Næsta stigið hjá okkum er at gera eina heimasíðu. Heimasíðan fer at eita www.les.fo, og á síðuni verður møguligt at finna upplýsingar, ið allatíðina verða dagførdir. Eisini fara samrøður gjørdar við lesandi í Føroyum at liggja á síðuni. Vit hava sjálv fíggjað bókina saman við fakfeløgum og Vinnuhúsinum, men vit vilja, at landið skal hjálpa til, so at bókin kann koma út á hvørjum ári og allatíðina dagførast, fortelur Rói Poulsen. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.