Landsverk: Framvegis vandi fyri áarlopi

Landsverk: Framvegis vandi fyri áarlopi
Nú blot kemur í kavan, kann vandi vera fyri áarlopi, og bilførarar eiga at vísa størsta varsemi
Mynd: Landsverk.  
 
19.12.2022 - 09:36

Ringa veðrið hevur órógvað ferðsluna í morgun, og vandi er framvegis fyri áarlopi.

Mortan Olsen er økisleiðari hjá Landsverki. Hann segði soleiðis, tá vit tosaðu við hann klokkan 9 í morgun:

 

19122022_Landsverk_til_net


Landsverk sigur, at tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, Elduvíkarvegnum, til Syðradals á Streymoynni, til Skælings og til Funnings.

Koyrandi er til Trøllanes, men bert eftir øðrum sporinum.

Vánalig koyrilíkindi eru á Gjáarvegnum og á Selatraðarvegnum.

Ein stórur hylur er á landsvegnum í Norðragøtu.

Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi.

Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815