Russiskt dronuálop á Kyiv

Russiskt dronuálop á Kyiv
Dronurnar eru framleiddar í Iran, men fleiri dronur eru eisini skotnar niður
Russiska dronuálopið hevur gjørt stóran skaða í Kyiv.
Mynd: RitzauScanpix  
 
19.12.2022 - 11:10

Russland skal hava skotið í minsta lagi 20 dronur, sum eru framleiddar í Iran, eftir ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv tíðliga í morgun. 

Samstundis halda hørðu samanbrestirnir um býin Bakhmut fram har eysturi í landinum.

Stjórin fyri hernaðarumsitingini, Sergii Popko ,skrivar á Telegram, at 15 iranskt-framleiddar Shahed-dronur eru skotnar niður í morgun í Kyiv-luftrúmi.

Hann sigur, at tilsamans 20 dronur vóru í álopinum á býin.

Iranskt-framleiddu dronurnar vera ofta umrøddar sum kamikaze-dronur, tí tær stoytast inn í málið, í staðin fyri at skjóta vápn, og venda so aftur, skrivar NTB.

 

 

Streymurin komin aftur

Stórir partar av Ukraina hava ongan streym havt eftir russiska luftálopið fríggjamorgunin, eisini partar av høvuðsstaðnum Kyiv.

Í gjár fingu tilsamans níggju milliónir fólk streymin aftur, sigur Volodymyr Zelenskyj forseti.

- Tríggjar milliónir ukrainar aftrat hava fingið streymvetingina aftur, umframt tær seks milliónirnar í gjár, segði Zelenskyj m.a. í sjónbandaðum boðum á Telegram.

Leygarkvøldið segði Zelenskyj, at seks milliónir fólk høvdu fingið streymin aftur seinasta samdøgrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977