Komandi felagið hjá Janu Mittún bjargað

Komandi felagið hjá Janu Mittún bjargað
Viborg HK, sum Jana Mittún skal spæla við í summar, boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tær fimm milliónirnar til vega, sum skuldu til fyri at sleppa undan húsagangi
Jana Mittún telist millum evnaríkastu hondbóltsspælararnar í Føroyum
Mynd: EHF  
 
23.12.2022 - 10:02

Jana Mittún hevur eitt felag at skifta til í summar.

Viborg HK boðar frá, at felagið hevur megnað at útvega tær fimm milliónirnar, sum skuldu til fyri at sleppa undan húsagangi, skrivar Viborg Stifts Folkeblad.

 - Síðstu vikurnar hava verið rokutar, men Viborg hevur stuðlað okkum, og nú kunnu vit spæla kappingarárið liðugt, sigur nevndarformaðurin, Karsten Cronwald við Viborg Stifts Folkeblad.

Síðst í november frættist, at felagið hevði stórar fíggjarligar trupulleikar. Viborg HK hevði tá fingið tilsøgn um milliónastuðul, men manglaði 1,6 milliónir krónur, sum skuldu útvegast fyri nýggjár. Hetta eydnaðist, sigur felagið nú.

Tað var í oktober, at skiftið hjá Janu Mittún úr H71 til danska stórfelagið gjørdist alment.

 - Tað er dreymurin hjá mær at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, segði hon tá við heimasíðuna hjá H71, og eftir nakrar vikur í eini ávísari óvissu, sær út til, at skiftið verður veruleiki.

Evnaríki H71-bakkurin hevur skrivað undir trý ára sáttmála, og í fyrstu syftu skal hon spæla hondbólt fulla tíð.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938