Suðuroyartunnilin er hjá løgmanni

Suðuroyartunnilin er hjá løgmanni
P/f Suðuroyartunnilin er ikki hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum
Suðuroyartunnilin. Nakrir møguleikar eru nevndir um linjuføring.
 
25.12.2022 - 13:29

Tað vakti ans, tá Dennis Holm, ikki meira enn komin í landsstýrið, boðaði frá, at tá hetta valskeiðið er komið í helvt, verður byrjað at bora Suðuroyartunnilin.

Gamaní umsitur Dennis Holm samferðsluna í nýggja landsstýrinum.

Men hann umsitur ikki heimildir landsstýrisins mótvegis partafelagnum Suðuroyartunlinum.

Tað ger løgmaður.

Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis 10 partafeløgum og vinnurekandi grunnum, sum landið eigur pengar í. Teirra millum eru feløgini hjá undirsjóvartunlunum.

Dennis Holm hevur tó samgonguskjalið at hava sítt lyfti í.

Har stendur, at heimild  verður givin partafelagnum Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar  kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur  verður játtaður.

Miðað verður eftir,  at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024.    

Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375