Kongressin í USA samtykt fleiri lógarbroytingar

Kongressin í USA samtykt fleiri lógarbroytingar
Kongressin í USA hevur samtykt fleiri lógarbroytingar í eini gamlari vallóg, fyri at tryggja, at úrslitið av komandi forsetavalum verður virt.
 
25.12.2022 - 17:52

Lógarbroytingin kom sum ískoyti til fíggjarlógina, sum varð samtykt í vikuni. Joe Biden forseti, skal skrivað undir nýggju lógina. Hann sigur, at hetta er avgerandi tvør-politiskt broyting, sum skal tryggja, at fólksins vilji verður varðveittur. Hetta er greiðasta svarið frá Kongressini higartil síðani fyrrverandi forsetin Donald Trump royndi at forða fyri, at úrslitið á forsetavalinum fyri tveimum árum síðani varð góðkent.

Upprunaliga lógin er frá 1887, og funnist hevur verið at henni fyri at vera ógreið og illa orðað. Tí hava báðar síður í Kongressini tikið undir við broytingunum, sum skulu gera tað torførari fyri taparan á valinum at forða nýggja forsetanum í at verða tilnevndur. M.a. verður staðfest at leikluturin hjá varaforsetanum at góðkenna valúrslitið bert er í sambandi við sjálvt hátíðarhaldið.

Trump og nøkur sameind hjá honum royndu at senda alternativar valnevndir til at góðkenna úrslitið, men nýggju reglurnar skulu tryggja, at ikki fleiri nevndir verða sendar, og nú skal guvernørurin góðkenna nevndinar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659