- Tíðindi, mentan og ítróttur
LISA vil hava listapolitikk
Listafólkasamband Føroya, stytt LISA, eftirlýsir ein yvirskipaðan listapolitikk í Tórshavnar Kommunu, sum kann tryggja størri yrkisføri, tryggari karmar og minni tilvild, tá høvuðsstaðurin útvegar sær list.
Eftirlýsingin kemur í kjalarvørrinum á ætlaða listaverkinum í nýggju Havnará. Verkið, sum kostar 400.000 krónur, varð ikki boðið út, men sáttmálið er gjørdur við Brand Pætursson.
Forkvinnan í LISA vil ikki gera viðmerkingar til júst hetta málið, men finst at manglandi mannagongdum yvirhøvur í samband við list í høvuðsstaðnum.
- Tá ið vit siga listapolitikkur, meina vit við, at mann setir orð á, hvat mann vil við einari list, einari yrkislist, men eisini setir orð á hvørjum fyrisitingarligum prinsippum hetta hvílir á, sigur forkvinnan í LISA, Marita Dalsgaard.
Armslongdarreglan manglar
Sambært Maritu Dalsgaard hevði tað bøtt munandi um støðuna, um armslongdarregla var sett í verk í Tórshavnar kommunu.
- Um tann armslongdin skal hvíla á nøkrum, sum er dygdargott, so fylgir tað við av sær sjálvum, at tað skal vera eitt yrkisfør aftanfyri, sum tekur støðu til, hvat tú velur, og hvussu tú velur, sigur Marita Dalsgaard.

















