Hava ikki pengar til vardu íbúðirnar

Hava ikki pengar til vardu íbúðirnar
Sambært lægstu tilboðunum upp á arbeiðini kosta íbúðirnar næstan 20 prosent meira enn Landsverk metti
Landsverk, Almannamálaráðið og Kanjon fara nú at tosa um fíggingina til vardu íbúðirnar í Klaksvík og Runavík
 
30.08.2013 - 11:37

Landsverk, Almannamálaráðið og byggifelagið Kanjon fara í næstu viku at tosa um tær 28 vardu íbúðirnar, sum skulu byggjast í Runavík og Klaksvík.

Sambært lægstu tilboðunum upp á arbeiðini kosta íbúðirnar næstan 20 prosent meira enn Landsverk metti. Munurin millum metingarnar og lægstu tilboðini, sum Kanjon hevur, er 5,5 mió. kr. Og teir pengarnir eru ikki til sum er.

Mikael Viderø, leiðari á Byggideildini hjá Landsverki, sigur, at Landsverk fer at tosa við Almannamálaráðið og Kanjon um byggikostnaðin. Kanjon, sum hevur lægstu tilboðini, hevur vunnið sær rætt til at samráðast um arbeiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961