- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framburðsroyndir í einahandilstíðini
Framburðsroyndir í einahandilstíðini (3:3)
23-08-2023
Triði partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
Kongligar fiskiroyndir vórðu gjørdar við Føroyar í 1844 og 1845, og eitt úrslit av teimum gjørdist, at farið varð undir klippfiskaframleiðslu í Álakeri. Andreas Wilhelm Skibsted fór undir privat vinnuvirksemi í Føroyum, sum m.a. hevði við sær, at hann læt upp handil við úthandlum kring oyggjarnar. Eiðismenn, tvørámenn og nólsoyingar bygdu skip til fiskiskap, og Carl Emil Dahlerup amtmaður royndi at skipa fyri fiskamóttøkum kring landið.
Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini "Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum" eftir Erling Isholm, doktara í søgu. Høgni Fagraberg og Rúni Eysturlíð settu saman.
Framburðsroyndir í einahandilstíðini
Ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini ”Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erling Isholm, doktara í søgu.
Triði partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
23-08-2023
Annar partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
15-08-2023
Fyrsti partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
08-08-2023