- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

- Tað er ikki fyrr enn nú, at eg merki skelkin.
Orðini eigur Ingi Poulsen úr Vági, sum var óheppin gamlaárskvøld, tá ið eitt kanónslag brast í hondini á honum.
- At byrja við sá eg næstan einki, so tað var ikki, fyrr enn eg var komin inn, at eg spakuliga byrjaði at síggja hondina. Hóast tað var ógvusligt, so var eg glaður um, at eg hevði allar fingrarnar, sigur Ingi Poulsen.
Eisini hoyrnin fekk skaða.
- Eg hoyrdi ein ýli-tóna og skróv, men tað er blivi frægari nú, sjálvt um hoyrnin ikki er heilt góð enn, sigur Ingi Poulsen, sum stutt eftir hendingina bleiv koyrdur á sjúkrahúsið á Tvøroyri við sjúkrabili.
- Eg havi fingið 13 pentur í hondina og so onkur minni sár ymsastaðni, sigur Ingi Poulsen og vísir á týdningin av trygdarútgerð í sambandi við fýrverk.
- Tá ið eg hugsi um hendingina nú, so hugsi eg sjálvandi, at eg átti at brúkt verndarbrillur og hoyrivernd, men soleiðis var tað bara ikki júst hatta kvøldið, sigur Ingi Poulsen.
Í morgunsendingini fortelur Ingi Poulsen um hendingina gamlaárskvøldið, sum tíbetur - hóast skaðar - spældi væl av.
