Ætla eisini at yvirtaka farsóttarlóggávuna

Ætla eisini at yvirtaka farsóttarlóggávuna
Fólkaheilsustýrið skal harumframt fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum
Nýggja samgongan ætlar eisini at yvirtaka farsóttarlóggávuna.
 
04.01.2023 - 08:38

Nýggja samgongan ætlar eisini at yvirtaka farsóttarlóggávuna.

Gamla samgongan kom við uppskoti um tað. Yvirtøkan skuldi vera 1. mai í ár.

Fyrsta viðgerð var í tinginum 8. september í fjør. 

Málið var í Uttanlandsnevndini, tá val var skrivað út. Tað datt tí burtur.

Í nýggja samgonguskjalinum stendur, at Fólkaheilsustýrið skal styrkjast við at yvirtaka farsóttarlóggávuna og við at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum.

Gamla samgongan ætlaði ikki at yvirtaka landslæknan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129