- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

At vera virkin kann vera so nógv
04-01-2023
Fólkaheilsustýrið bjóðar aftur í ár føroyingum at fylgja álmanakkanum, sum kemur við góðum hugskotum til at koma úr sofuni.
Nógv hugsa helst um at vera fysiskt virkin, tá tey hugsa um ráðini frá Fólkaheilsuráðnum, sum nú á nýggjárinum gjørdist partur av Fólkaheilsustýrinum.
Men millum ráðini eru eisini hugskot til at seta sær mál, at lesa eitt sindur og kanska at spæla eitt spæl ella tvey saman við øðrum.
- Virkin januar er partur av okkara ABC fyri sálarliga heilsu, sum vit hava fingist við í nøkur ár eftir hondini, sigur Monika Mohr, samskipari.
Álmanakkarnir eru tríggir í tali. Ein er til børn, ein til ung og ein til vaksin, og teir eru at finna á heimasíðuni folkaheilsa.fo.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500