Góðan morgun Føroyar

Far ikki út við fepri
04-01-2023
Fleiri virussjúkur ganga í løtuni, og bestu ráðini frá Shahin Gaini, infektiónsmedisinara, eru, at tú skalt halda teg heima, um tú ert sjúkur.

- Flestu fólk, sum hava tað gott og sum eru ung, tola væl at fáa virussjúku so sum beinkrím ella RSV virus, men summi eru, sum ikki tola at gerast sjúk, og hesi mugu ikki verða smittað, so um tú hevur fepur, so ver heima, sigur Shahin Gaini.

Har er ikki so nógv at gera, tá tú ert vorðin sjúk/ur, enn at brynja teg við toli og ansa eftir at fáa nóg mikið av vætu at drekka, tí fepur, vødda- ella liðapína, háls- og høvuðpína eru eyðkennini hjá beinkrími.

- Tú kanst fáa tær panodil, pinex ella pamol, sum hjálpa eitt sindur, men annars er ikki so nógv at gera, sigur Shahin.

Hann leggur tó afturat, at um tú ikki gerst frísk/ur aftur, tá nakrir dagar eru farnir, so skalt tú fara til lækna, tí ein av eftirsjúkunum, sum rakar summi, er lungnabruni, og hann skal viðgerast við antibiotika.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026