Sýtti fyri at veita barni ansing í tveir dagar

Sýtti fyri at veita barni ansing í tveir dagar
Umboðsmaðurin hevur átalað kommununa, har dagstovnurin er, men ger ikki meira við málið
Klagarin segði, at mismunur var gjørdur á børnunum í kommununi, tí barnið hjá klagaranum var tað einasta, sum ikki fekk ansing hesar báðar dagarnar. (Savnsmynd)
 
04.01.2023 - 11:13

Ein kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, tí ein dagstovnur í kommununi sýtti fyri at veita einum barni, sum ber brek, ansing í tveir dagar. Orsøkin var, at einki starvsfólk var at taka sær av barninum.

Umboðsmaðurin hevur átalað dagstovnin fyri, at hann hevði skipað seg soleiðis, at neyðugt var at sýta barninum ansing.

 

Gjørdu mismun

Klagarin segði, at mismunur var gjørdur á børnunum í kommununi, tí barnið hjá klagaranum var tað einasta, sum ikki fekk ansing hesar báðar dagarnar.

Umboðsmaðurin tekur ikki støðu til ítøkiligu metingina og raðfestingina hjá dagstovnaleiðaranum, hvussu starvsfólkaorkan og arbeiðið var best skipað á stovuni hjá ítøkiliga barninum og dagstovninum báðar dagarnar, stovnurin var raktur av sjúku og sjúkramelding.

Men umboðsmaðurin heldur, at skipanin av starvsfólkahópinum samsvaraði ikki við dagstovnalógina og ásetingina í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

 

Umskipa arbeiðið

Kommunan hevur upplýst, at dagstovnurin er í ferð við at umskipa arbeiðið, soleiðis at øll starvsfólk á stovuni hjá ítøkiliga barninum og leiðslan fáa førleikar til at taka ábyrgd av ansingini av barninum.

Umboðsmaðurin ger tí ikki meira við málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109