Góðan morgun Føroyar

Djóravinir bjargaðu Max
05-01-2023
At missa ein hund er veruliga sum at missa ein familjulim, ásannar Rebekka NIclasdóttir

Hundaeigarar vita, at nýggjárið kann vera ein avbjóðing fyri djórini.

Brestirnir kunnu gera, at hundarnir blíva bangnir, og summir kunnu finna upp á at fara til stroks, fáa teir møguleikan.

Tað var júst tað, sum hendi nýggjársaftan hjá Rebekku Niclasdóttir og familjuni. Border Collie-hundurin, Max, fór til stroks.

Nýggjársaftan brúktu tey til at leita eftir hundinum, men uttan eydnu.

Ein eftirlýsing var løgd út á facebookbólkin: Djór mist/funnið.

Har reageraðu fólk alt fyri eitt, og ein stór leiting var sett í verk.

Dagin eftir, nýggjársdag, fingu tey loksins eini góð boð. Tveir menn, sum høvdu verið á Oyggjarvegnum og hugt at stjørnunum, høvdu fingið lokkað Max í bilin.

Tað er ringt at lýsa takksemi, sum vit føla, sigur Rebekka Niclasdóttir.

Hon leggur aftrat, at næstu ferð hon sær, at eitt djór verður eftirlýst, ætla tey at gera sítt til, at djórið verður funnið aftur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026