Biskupar mótmæla ætlan at strika dýra biðidag

Biskupar mótmæla ætlan at strika dýra biðidag
Donsku biskuparnir vísa m.a. til grundlógina, sum sigur, at kirkjuligir halgidagar eru frídagar
Ætlanin hjá nýggju, donsku stjórnina at strika dýra biðidag hevur fingið ilt í biskupar. Teir siga, at hetta er ein ógvuslig uppílegging í siðvenju í fólkakirkjuni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.01.2023 - 14:46

"Ein ógvuslig uppílegging í siðvenjuna hjá fólkakirkjuni".

Tað siga teir 11 donsku biskuparnir í Danmark í einum felags skrivi, sum teir hava sent danska kirkjumálaráðharranum, Louise Schack-Elholm, í dag í sambandi við ætlanirnar hjá donsku stjórnini at strika dýra biðjudag.

Teir skriva millum annað, at tað eru kirkjan og partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu gera av, hvørjir frídagar skulu vera galdandi. 

 

Louise Schack-Elholm er nýggjur kirkjumálaráðharri í Danmark. Her er hon avmyndað á veg í nýggjársveitslu hjá drotningini. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Halgidagar eru frídagar

Biskuparnir vísa eisini til grein 4 í grundlógini, sum nevnir, at kirkjuligir halgidagar eru frídagar, og teir siga seg vóna, at stjórnin fer at virða hetta.

Í skrivinum siga teir 11 biskuparnir eisini, eins og vit hoyrdu Jógvan Fríðriksson, biskup í Føroyum, siga herfyri, at teir halda tað vera sera løgið, at arbeitt verður við at strika ein halgidag fyri at fíggja øktar hernaðarútreiðslur.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290