Góðan morgun Føroyar

Hevur skrivað eina bøn hvønn dag í eitt ár
09-01-2023
Takksemi hevur fylt nógv í teimum 365 bønunum, sum Jógvan Steintún hevur skrivað og lagt út á Facebook hvønn dag í eitt heilt ár.

Ein bøn ella eitt bønarørindi hvønn dag á Facebook í eitt heilt ár.

Hetta var ein verkætlan, sum Jógvan Steintún í Sørvági setti sær fyri tann 30. juli 2021.

28. juli í júst farna ári, 2022, hevði Jógvan Steintún rokkið málinum at leggja eina bøn ella eitt bønarørindi út á sín Facebookvanga hvønn dag í eitt ár.

- Hetta bleiv nógv meira umfatandi, enn eg hevði roknað við. Men eg fekk góðar afturmeldingar, og fólk tóku væl ímóti dagins bøn, og tað gav mær árræði at halda fram, sigur Jógvan Steintún, ið dagliga arbeiðir sum lærari.

Sambært honum bleiv henda verkætlanin meira umfatandi, enn hann frammanundan hevði givið sær far um.

- Tá eg hevði gjørt nøkur bønarørindi, uppdagaði eg, at eitt heilt ár er nokkso leingi. So hugsaði eg, at eg mátti tryggja meg og gera nakað niðurfyri, tí tað er ikki allar dagar, mann kann sita og skriva og leggja út, sigur Jógvan Steintún.

Í morgunsendingini fortelur Jógvan Steinún um hugskotið at skriva eina bøn ella eitt bønarørindi á sín Facebook-vanga hvønn dag í eitt heilt ár.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026