Varð slongdur 20 metrar eftir bryggjuni

Varð slongdur 20 metrar eftir bryggjuni
Maðurin, sum var fyri arbeiðsóhappi á Tvøroyri í gjárkvøldið, hevur einki brotið, men hann verður fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar
Fólk frá Arbeiðseftirlitinum og Skipaeftirlitinum fara til Tvøroyrar í dag at kanna óhappini í gjárkvøldið
 
02.09.2013 - 08:14

Eitt arbeiðsóhapp var á Tvøroyri í gjárkvøldið.

Tá farmaskipið Green Karmøy skuldi leggja at, slitnaði springið og trossin rakti annan mannin, sum tók móti endanum.

Slongdur 20 metrar

Maðurin varð slongdur okkurt um 20 metrar eftir bryggjuni. Kanningar á sjúkrahúsinum á Tvøroyri staðfestu, at maðurin einki brot hevur fingið, men hann hevur heilaskjálvta. Maðurin verður fluttur á Landssjúkrahúsið í dag til fleiri kanningar.

Fyrra royndin hjá Green Karmøy at leggja at lukkaðist heldur ikki væl. Skipið er stórt og tómt og nakað av vindi var. Skipið kom skeivt at bryggjuni og bar við Varðan Pelagic, har sum nakrar klædningsplátur fingu skaða.

Arbeiðseftirlitið kannar

Fólk frá Arbeiðseftirlitinum og Skipaeftirlitinum fara til Tvøroyrar í dag at kanna óhappini í gjárkvøldið.

Green Karmøy er á Tvøroyri eftir fiski frá Varðanum Pelagic.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011