Góðan morgun Føroyar

Ein mentorskipan riggar hjá okkum
10-01-2023
Tað styrkir um fakligheitina og hjálpir bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum í gerandisdegnum

Hvat gert tú, tá trotið á námsfrøðingunum er stórt, og útskiftingin millum hjálparfólkini er stór?

Hesum spurningi sat Berit Weihe, leiðari á Dagstovninum í Løkjatúni, við, tí hon legði til merkis, at stórur partur av arbeiðsdegnum hjá námsfrøðingunum fór til upplæring av hjálparfólkum, heldur enn til at vera um børnini.

Svarið til spurningin er í teirra føri ein mentorskipan, har Eydna Gleðisheygg og Majken Hvítklett, sum eru lesandi á setrinum, skipa fyri einari mentorskipan, soleiðis at hjálparfólkini fáa undirvísing í grundleggjandi námsfrøðiligum førleikum eina ferð um vikuna.

Skipanin hevur verið virkin í eitt hálvt ár eftir hondini, og trivnaðurin hjá báðum bólkum av starvsfólkum er batnaður munandi.

- Hetta er ein skipan, sum er ment til okkara tørv á júst hesum stovinum, so um hon kann nýtast aðrastaðni er ivasamt, men vit vilja fegin vitanardeila, um onkur annar gongur í somu tonkum sum vit, sigur Berit Weihe.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026