Góðan morgun Føroyar

Veittrar lærarastarvinum farvæl eftir 40 ár
12-01-2023
- Í dag ganga nógv foreldur hægri upp í frítíðarvirksemi hjá børnunum enn skúlagongdina. Og tað hevur avleiðingar fyri børnini, sigur júst pensjóneraði lærarin, Eyðálv Dimon.

- Tað snýr seg um at læra børnini at kenna. Vita hvat tey takast við í frítíðini, hvønn ítrótt teimum dámar, og hvat tey annars takast við. Tí tú kanst ikki rokna við, at ein næmingur kemur til tín og fortelur um sínar trupulleikar, um tú ikki hevur eitt gott og tætt samband við næmingarnar.

Orðini eigur 62 ára gamli Eyðálv Dimon, sum í næstan 40 ár hevur verið lærari. Seinastu mongu árini hevur hann arbeitt á Skúlanum við Løgmannabreyt. Eitt starv, sum hann hevur stórtrivist í.

- Sum lærari í so nógv ár kennir mann nógv fólk. Eg haldi, at tað er stuttligt og hugnaligt at fara til handils og heilsa upp á bæði núverandi og fyrrverandi næmingar. Tað dámar mær væl, sigur Eyðálv Dimon.

Fleiri broytingar eru farnar fram øll hesi árini, Eyðálv Dimon hevur undirvíst í føroyska fólkaskúlanum. Tað er tó ein broyting, sum hann serliga hevur varnast.

- Leikluturin hjá foreldrunum fyllir meir í dag, og tí samskiftir tú sum lærari rættiliga nógv við fleiri foreldur, sigur Eyðálv Dimon. Hann vísir á, at nútímans familjilívið ikki altíð er til barnsins besta. Foreldrini hava nógv at gera, tey "curla" børnini og vilja hava tey at klára seg framúr væl í eitt nú ítrótti.

- Í dag ganga nógv foreldur hægri upp í frítíðarvirksemi hjá børnunum enn skúlagongdina. Og tað hevur avleiðingar fyri børnini, sigur Eyðálv Dimon.

Í morgunsendingini fortelur Eyðálv Dimon um tey 40 árini, hann hevur verið lærari, upplivingar og um broytingar í føroyska fólkaskúlanum øll hesi árini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026