- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tá nýggir íverksetar hava fingið eitt hugskot, er tað ofta ikki bókahald, roknskapur og grannskoðan, sum er fremst í huganum.
Men tað kann verða dýrt ikki at hugsa um henda partin, sigur Tórur við Áir, stjóri í Roknskaparfelagnum.
Felagið bjóðar nú íverksetum møguleikan at fáa ókeypis ráðgeving um avbjóðingar, ið kunnu taka seg upp, tá nýtt virki verður stovnað.
Tiltakið er ætlað øllum, sum nýliga hava ella umhugsa at stovna egna fyritøku, hava rent seg í avbjóðingar við bókhaldi ella grannskoðan, hava eina fyritøku, sum stendur í vøkstri og hevur brúk fyri nýggjum tænastum, vilja hava bókhaldið í eina tryggari legu ella vilja sleppa at brúka meiri tíð upp á sølu og menning og minni upp á fyrisiting.
