- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðkrøv fyri 9,6 milliónir í Borðoyarnesi
Veðhavarar hava krøv fyri 9,6 milliónir krónur, nú línuskipið Borðoyarnes fer á tvingsilssølu 20. januar kl. 10.
Sjópantikrøvini eru 4.800 krónur. Tað er Klaksvíkar havn, ið hevur krøvini.
Síðani eru tríggir veðhavarar, ið hava sett krøv fram.
Føroya Realkredittstovnur hevur krøv fyri 3,6 milliónir, Danski Vakstrargrunnurin 4,8 milliónir, og p/f Eysturoy hevur krøv fyri 1,25 milliónir krónur.
Borðoyarnes er bygdur á Skála skipasmiðju í 1963. Skipið hevur áður itið Strandingur og Vesturhavið.
Síðstu árini hevur smápartafelagið Deep C Fishing í Klaksvík átt skipið.
Tvingsilssølan av Váðasteini er avlýst.
Váðasteinur avlýstur
Tað var í november í fjør, at Borðoyarnes var lýstur á tvingsilssølu. Tá varð línuskipið Váðasteinur, sum hoyrir heima á Toftum, eisini lýst á tvingsilssølu. Men síðani er Váðasteinur tikin av aftur tvingsilssølulistanum.
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, sum tekur sær av tvingsilssøluni, sigur, at tað eydnaðist reiðarínum hjá Váðasteini at fáa eina loysn, og tí fer tað skipið ikki á tvingsilssølu.
Borðoyarnes hevur ligið síðani í heyst, tí skipið hevur ikki havt siglingarloyvi. Tað eru fleiri krøv frá Klassanum, sum skulu lúkast, áðrenn skipið kann sigla aftur.
Borðoyarnes hevur veiðuloyvi, men skipið hevur ikki søkt um fiskiloyvi í ár.
Seinast, eitt skip var selt á tvingsilssølu, var í 2016.