FAS-skipanin er viðkvom fyri peningahvítting

FAS-skipanin er viðkvom fyri peningahvítting
Deildin fyri hvítting hjá ríkispolitinum sigur, at ábendingar eru um, at útlendsk feløg misbrúka fíggjarliga geiran í Føroyum at krógva pening
Deildin fyri hvítting heldur, at Føroyar eru serliga viðkvæmar fyri hvítting gjøgnum føroysku altjóða skipaskránna, FAS. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.01.2023 - 15:30

Ábendingar eru um, at útlendsk feløg misbrúka fíggjarliga geiran í Føroyum til at krógva pengar, sum møguliga stava frá brotsverkum.

Tað stendur í váðameting um hvítting, sum deildin fyri hvítting hjá ríkispolitinum hevur givið út.

Deildin heldur, at Føroyar eru serliga viðkvæmar fyri hvítting gjøgnum føroysku altjóða skipaskránna, FAS.

FAS-skipanin loyvir útlendskum feløgum at skráseta skip í Føroyum gjøgnum nýstovnað feløg, sum hava tilknýti til Føroya.

 

Skip koma ikki til Føroya

Skipini hava ikki fyri neyðini at koma til Føroya. Hetta merkir, sambært deildini fyri hvítting, at útlendsku feløgini kunnu flyta pening gjøgnum føroysk feløg, har tað kann vera torført at hava greiði á, hvaðani upprunin er.

Deildin fyri hvítting heldur eisini, at næstu árini økist møguleikin fyri, at Føroyar vera brúktar til at hvítta pening, sum stavar frá brotsverkum uttanlands.

Frágreiðingin vísir eisini á, at Skráseting Føroya hevur avmarkaða arbeiðsmegi til at hava eftirlit við feløgum í Føroyum.

Les frágreiðingina her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523