- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vónirnar eru góðar í kvøld
15.01.2023 - 14:50
Ítróttur›Hondbóltur
Vónirnar eru góðar í kvøld
Hóast H71-kvinnurnar í gjárkvøldið taptu fyrra EHF Europa Cup-dystin ímóti spanska Atletico Guardes við trimum málum, 31-34, eru tær við gott mót
Atletico Guardes var á odda 17-12 í hálvleikinum, og ta einu løtuna eftir steðgin vóru tær sponsku á odda við níggju málum, men allíkavæl svaraði H71 væl aftur, so trý mál vóru á muni, tá ið samanumkom.
Seinni dysturin verður spældur í kvøld klokkan seks, og skal H71 koma víðari til fjórðingsfinaluna, krevst at vinna við fýra málum ella við trimum, um fleiri mál verða skotin enn í gjárkvøldið.
Hoyr samrøðuna við Simon Olsen, venjaran hjá H71.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV