Góðan morgun Føroyar

Skal rógva 100.000 metrar fyri Eydnudeildina
17-01-2023
- Eg ímyndi mær, at eg fari at brúka millum sjey og átta tímar út í eitt á rógvimaskinuni, sigur Vermund Vestergaard, sum í næstum skipar fyri innsavningartiltaki .

Tað er rættiliga vanligt, tá skúlaflokkar og ítróttarlið skulu uttanlands, at tey upp á ymsar mátar savna pengar til ferðina. Eitt nú savna tey fløskur, hava tombola, selja fisk ella okkurt heilt annað.

Og júst okkurt heilt annað, tað ger Vermund Vestergaard, nú tá pengar skulu fáast til vega í sambandi við at hondbóltsliðið hjá Eydnudeildini skal til Lykkeliga-cup í Danmark í summar.

Vermund Vestergaard skipar fyri stuðulstiltaki, har hann ætlar sær at rógva 1000.000 metrar á rógviamskinu.

- Eg havi róð kappróður í fleiri umførum, havi róð hálvmaraton og haldi meg vera hampiliga væl fyri til hesa avbjóðingina, sigur Vermund Vestergaard, sum venur í umleið hálvanannan tíma seks dagar um vikuna.

Hann væntar, at tað fer at taka honum millum sjey og átta tímar at rógva teir 100.000 metrarnar á rógvimaskinu.

- Tá onnur fólk gera slík innsavningartiltøk, so er tað altíð okkurt, sum er annarleiðis og sindur ekstremt, og tí havi eg valt, at eg skal rógva 100.000 metrar tann 18. februar, sigur Vermund Vestergaard.

Pengarnirnir, sum koma inn í sambandi við stuðulstiltakið fara óskerdir til eitt nú flogferðaseðlar og spælarablusir, tá føroyska hondbóltsliðið í Eydnudeilini skal til Danmarkar í summar at luttaka í Lykkeliga-cup.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026