Góðan morgun Føroyar

30 ár síðani Marita Petersen bleiv løgmaður
18-01-2023
Tað verður neyvan tey fyrstu árini, at ein kvinna aftur verður løgmaður í Føroyum, heldur Beinta Løwe, ið skrivaði bókina Kvinnur í landspolitikki

Búskaparliga vóru Føroyar alt annað enn væl fyri, tá Marita Petersen tók við sum løgmaður eftir Atla Dam.

Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landi var um at fara sama veg.

Marita Petersen legði tó dent á, at tíðin var komin at hyggja frameftir heldur enn at leita eftir gomlum feilum.

Kreppan merkti nógv stutta skeiðið, sum Marita Petersen sat í løgmansembætinum.

Beinta Løwe, sum skrivaði bókina Kvinnur í landspolitikki - Valrættur í eina øld, heldur, at tað var eitt frambrot, tá Marita Petersen bleiv fyrsti kvinnuligi løgmaður í Føroyum.

Hon leggur dent á, at tíðin avgjørt er búgvin til, at ein kvinna aftur setist í løgmansessin, men hon dugir ikki at síggja, at tað fer at henda tey fyrstu árini.

Ein fyritreyt er, at kvinnur vera forfólk í politisku flokkunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026