Góðan morgun Føroyar

Ikki at eiga fastogn kann eisini vera frælsi
18-01-2023
Framvegis vilja flestu føroyingar eiga sín egna bústað, men tað eru als ikki øll, ið hava fíggjarliga møguleikan. Lutaíbúðir kunnu tá vera ein loysn

Áhugabólkurin Lutaíbúðir skipar fyri kunnandi fundi um lutaíbúðabygging í Føroyum.

Í hesum føri fyrst og fremst í miðstaðarøkinum.

Bólkurin vísir á, at lógargrundarlagið fyri tílíkari bygging er nærum 12 ár, men enn er lítið komið burturúr.

Á kunnandi fundinum á Finsen í Havn í kvøld klokkan sjey, verður greitt frá, hvussu ætlanin er at byggja, hvørjar fíggjarligar avbjóðingar eru, og hvussu skipanin er skrúvað saman løgfrøðiliga. 

Morgunsendingin skiftir orð við Hans Jacob Hermansen, Elina Hentze og Súsonnu Olsen um lutaíbúðir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026