Góðan morgun Føroyar

Alkoholnýtsla er eitt persónligt val
19-01-2023
Fólk, sum drekka, verða ofta lættari í tí, meiri frí og útsnúin. Tað kann tó hava ring heilsuárin, um ov nógv verður drukkið, sigur stjórin í Fólkaheilsustýrinum

Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, ásannar, at alkoholnýtslan er munandi broytt.

Hann vísir á, at fyrr var ikki óvanligt at fáa sær ein lítlan á arbeiðsplássinum ein fríggjamorgun. Hetta er óhugsandi í dag.

Tilmælini um okkara leiðir eru, at vaksin eldri enn 18 ár drekka eftir 10-4 regluni.

Tað vil siga, at mælt verður bæði monnum og kvinnum til ikki at drekka fleiri enn 10 alkoholeindir um vikuna og ikki fleiri enn 4 eindir sama dag.

Í øðrum londum er øðrvísi. Eitt nú nevnir Bjarni á Steig, at nýggj kanning úr Kanada kemur til, at fólk í mesta lagi skulu drekka tvær alkoholeindir um vikuna.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026