Góðan morgun Føroyar

Alkohol er eingin fortreyt fyri at hava tað stuttligt
19-01-2023
Fólk kunnu hava trupult við at skilja, at mann heilt einfalt ikki tímir at drekka, halda Mirjam Pætursdóttir og John Andersen, sum als ikki drekka alkohol.

- Alkohol fyllir nógv í Føroyum, men eg haldi, at tey allar flestu duga at drekka.

Soleiðis sigur John Andersen, sum ongantíð hevur drukkið.

- Tá eg kom í handan aldurin, fóru fleiri vinfólk at drekka, men av onkrari orsøk, so vóru eg og ein vinmaður ikki ordiliga har, og hvørgin okkara hevði eina trongd til at drekka, sigur John Andersen. Hann hevur tó roynt at smakka ymiskt við alkoholi í, men tað sigur honum einki, og tí drekkur hann ikki yvirhøvur.

Soleiðis er eisini við Mirjam Pætursdóttir, tí hóast hon fer í veitslur og í býin, so er tað altíð sum edrú.

- Fólk hava trupult við at skilja, at mann heilt einfalt ikki tímir at drekka, sigur Mirjam Pætursdóttir og heldur fram:

- Ert tú gudilig? Tað er tað, sum fólk altíð spyrja, tá eg sigi nei takk ella forklári, at eg als ikki drekki alkohol, sigur Mirjam Pætursdóttir.

Í morgunsendingini greiða Mirjam Pætursdóttir og John Andersen frá sínum vali og upplivingum í veitslum sum edrú.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026