- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Saman við Rólvi Sivertsen vitja vit í Norðradali, og hann greiðir frá ymiskum minnum frá mánaðunum hann var har í 1955 - frá mánaðarskiftinum februar-mars til ólavsøku.
Í sendingini vitja vit í Niðristovu, har núverandi festari, Ólavur Reinert, eisini greiðir frá garðinum og søguni hjá garðinum. Eisini gera vit eitt legg út í stóra neytafjósið úti á Ytru Fløtum, har Ólavur Andreasen, bóndi, greiðir frá stóra garðinum.
-Tað eru alt góð minnir eg havi hiðani, og eisini góð minnir um tey menniskju sum livdu her, staðfestir Rólvur Sivertsen á túrinum í Norðradali, nú 71 ár eru síðani hann var húskallur her.
Tú kanst hoyra útvarpssendingina her.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











