- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Klassiskur tónleikur við violin og akkordeon
20-01-2023
Í desembur útgóvu tær báðar Anna Hüdelpohl og Angelika Hansen sína fyrstu fløgu saman.
Ljóðførini á fløguni eru violin og akkordeon. Anna spælir akkordeon og Angelika violin.
Fløgan hevur fimtan klassisk løg, sum teimum báðum dámar sera væl. Millum annað løg eftir Wolfgang Amadeus Mozart og Edward Elgar, sum tær gera sínar egnu útgávur av.
Í hesum ljóðbrotinum ber til at hoyra tveir sangir, sum eru á fløguni.
Tað fyrsta lagið eitur "Liebesgruß", og tað seinna eitur "Solveigs sang".

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500