Góðan morgun Føroyar

Slóðbrótandi serritgerð um ófrívilligt barnloysi hjá monnum
20-01-2023
Serritgerðin hjá Peturi Háberg um ófrívilligt barnloysi hjá føroyskum monnum vann heiður í danska kongaríkinum í fjør fyri at vera slóðbrótandi

Ófrívilligt barnloysi hjá monnum er eitt evni, sum sera lítið verður tosað um. Sum heild er evnið tabu, og tað upplivist eins hjá kvinnum og monnum, sum eru ófrívilliga barnleys, men tað er verri hjá monnum at tosa um tað, sigur Petur Háberg.

Hann hevur skrivað serritgerð í samfelagsvísindum um ófrívilligt barnloysi hjá monnum, og hon hevur heitið ?You lose the story about yourself? - a glimpse inside the lives of involuntary childless men in the Faroe Islands.

At vera ófrívilliga barnleysur er ein stór sorg og ein kreppa í lívinum, sigur Petur Háberg. Harafturat er føroyska samfelagið sera formað eftir børnum og barnafamiljum, so tað er eisini sera trupult sosialt at vera barnleysur í Føroyum.

Serritgerðin var um eitt slóðbrótandi evni, og tí helt Uddannelses- og forskningsministeriet í Danmark, at hon skuldi vinna í kappingini millum serritgerðir, sum eru skrivaðar í 2022.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026