Skapandi vitlíki verður nú bannað á fleiri donskum universitetum

22.01.2023 - 15:10
Innlendis
Skapandi vitlíki verður nú bannað á fleiri donskum universitetum
Skapandi vitlíki er nú so framkomið við kjatttólmenninum ChatGPT, at tað kann skriva heilar stílar fyri næmingin. Tað skrivar dr.dk.

Tað er kjatttólmennið ChatGPT, sum í fyrstu syftu verður bannað í Danmark, tí tað sigst vera nærum ógjørligt hjá læraranum at finna útav, at næmingurin hevur snýtt.

Í Norra hevur norska útbúgvingarmálaráðið boðað frá, at internetið verður stongt, tá ið próvtøkur eru. Hetta verður galdandi, tá ið næmingar í sjey ymiskum fyrireikandi lærugreinum skulu til próvtøku. Orsøkin til broytingina er m.a. ChatGPT. 

Enn hevur próvstovan í Føroyum ikki tikið støðu til, hvat verður gjørt viðvíkjandi ChatGPT, tá ið próvtøkur skulu vera í Føroyum.13. januar segði Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, m.a. soleiðis við útvarpið um málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364