Fyrimyndin 2022: - Eg fái orku frá teimum ungu

Fyrimyndin 2022: - Eg fái orku frá teimum ungu
Jógvan K. Glerfoss hevur síðstu 15 árini lagt alla orku í bæði breiddar- og úrvalsíðkarar í Bragdinum. - Tað eru tey ungu, sum áttu at fingið heiðurin, sigur Jógvan sjálvur
23.01.2023 - 20:00

Hetta kvøldið er venjingin á Tórsbreyt órógvað av kava.

Tað er ikki óvanligt - minni enn so - og ungu íðkararnir í Bragdinum lata seg heldur ikki forða. 

Tað sleppa teir heldur ikki, tá venjarin eitur Jógvan Kristiansson Glerfoss.

 - Hann er ikki beinleiðis strangur, men hann er øgiliga avgjørdur, tá tað kemur til venjing, sigur Arina Ludvig beinrakið.

 - Tú skalt fylgja væl við, og tú skalt gera tað, sum verður sagt.


Orkan kemur frá teimum ungu

Jógvan Kristiansson Glerfoss byrjaði at íðka frælsan ítrótt í Keypmannahavn tíðliga í nítiárunum, og nakað seinni - eftir aldarskiftið, tá Tórsbreyt var liðug -  tók hann eisini venjaralutin á seg, tá Niels Jákup Jakobsen ringdi.

 - Ein av mínum fyrimyndum í frælsum ítrótti ringdi og spurdi, um eg ikki kundi traðka til sum venjari í Bragdinum, og vit høvdu smá børn tá, men eg smekkaði til, fortelur Jógvan.

Tey, sum kenna Jógvan, siga, at hann er nærlagdur, nørdutur og tekur venjaragerningin í fullum álvara. Tað krevur bæði orku og tíð, men tær vanta ikki, sigur venjarin.

 -  Eg fái orku frá teimum ungu, og tað er so ótrúliga stuttligt at møta upp. Tað eru tey, sum áttu at fingið hesa fyrimyndina, sigur Jógvan.


Eiga lívið í ungdómsvenjingini

Rennibreytin er undir í kava, og tí verður leiðin sett oman á Tórsvøll, har til ber at venja undir taki á eystaru langsíðuni. 

Umstøðurnar eru ivasamar, men tað tykist ikki nerva ungu íðkararnar, sum fyrireika seg til stóra kapping í Reykjavík. Uttan Jógvan og makkaran, Debes Christiansen, var eingin ungdómsvenjing í Bragdinum yvirhøvur, er forkvinnan í Bragdinum ivaleys um.

 - Tí teir leggja sína sál í venjingina, sigur Ann Thomsen.

 - Teir taka sær av børnunum, teir taka sær av venjingunum og øllum rundanum. Viðhvørt hugsi eg, um hann ikki heldur seg eiga øll hesi børnini, so góður er hann við tey.

Hann eigur onkran av íðkarunum, gamaní, men ikki allar. Hini foreldrini eru eisini glað fyri arbeiðið, sum Jógvan ger.
 
 - Er tað okkurt; skaðar, sjúka ella eitthvørt annað, ger hann fegin eina venjingarætlan til hvønn einstakan, sigur Sanna Mouritsen.


 - Einastandandi engageraður

Frælsur ítróttur er einstaklingaítróttur við fleiri sergreinum - til dømis renning, lopi og kasti -  sum allar krevja nógv av íðkarum og ikki minst venjarum. Tað ræðir ikki Jógvan, heldur hinvegin.

 - Tað er nokkso nógv nørdarí rundan um tær sergreinarnar, sum eru. Tað drívur meg - eisini á tí teoretiska økinum. Tað er kanska serliga galdandi fyri úrvalsíðkararnar hjá okkum, har eg sleppi at hjálpa teimum at røkka málunum. Tað er ótrúliga spennandi, greiðir Jógvan frá.

 - Hann er einastandandi engageraður í tí, sum hann ger, sigur Debes Christiansen, sum man vera ein av teimum, sum kennir Jógvan best. Teir báðir hava verið vinmenn í ein mansaldur og býta venjaralutin í Bragdinum ímillum sín.

 - Tað er við 100 og ofta 200 prosent, at hann leggur seg í, tá venjingar skulu skipast, tá kappingar skulu skipast. Ikki bara fyri Bragdið, men eisini fyri íðkarar úr øðrum feløgum, sum hava tørv á hjálp.


Gull verdur

Ein av teimum, sum hevur tikið seg serliga nógv fram í frælsum ítrótti síðstu árini, er Jónas Isaksen. Í fjør tók hann fleiri met - millum annað í 400 metra renning og í longdarlopi - og tað er millum annað venjaranum fyri at takka. 

 - Hann (Jógvan, red.) er ein fantomvenjari, ein av teimum bestu í Føroyum og Danmark. Hann hevur sjálvur íðkað frælsan ítrótt, so hann veit, hvat skal til, sigur Jónas Isaksen.

 - Og hann er harður, tá tað kemur til venjingina. Hann letur teg ikki sleppa lætt, leggur hann smílandi afturat.

Røkkur tú ikki úrvalsstigi, fært tú kortini eina rúgvu burturúr at venja undir Jógvani, heldur Ann Thomsen.

 - Hann fær tey at trúgva upp á seg sjálvi. Hetta eru fólk, sum ofra alt fyri felagið. Tey eru góð við felagið, tey eru góð við íðkararnar, tey eru gull verd.

 Jógvan Kristiansson Glerfoss er í uppskoti til heiðurin ítróttafyrimyndin 2022, sum Ítróttasamband Føroya letur á árliga ítróttafagnaðinum 4. februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Hondbóltur
Persónssøgur