Góðan morgun Føroyar

Hevur framvegis marrudreymar um eldgosið
23-01-2023
Bára Traustadóttir í Nólsoy er fødd og uppvaksin í Vestmannaoyggjum. Hon var níggju ára gomul, tá Helgafelli í Heimey fór at goysa fyri júst 50 árum síðani.

Bára Traustadóttir í Nólsoy er fødd og uppvaksin í Vestmannaoyggjum, og hon var níggju ára gomul, tá ið tað stóra eldgosið brádliga gjørdi um seg eina januarnátt.

Mamman, sum var úr Nólsoy, flutti á ungum árum til Íslands at arbeiða, fann sær mann og búsettist í Vestmannaoyggjum.

Sjálv er Bára fyri 15 árum síðani flutt til Nólsoyar, har hon ferðaðist nógv um sumrarnar sum barn, og nú búgva hon og maðurin, Björn, við sínum fýra synum har.

Um dagarnar fór Hilmar Jan Hansen ein túr til Nólsoyar fyri at hoyra frá einum av teimum, ið upplivdi hesa náttina fyri hálvtrýss árum síðani, tá ið oyggin, býurin, havnin og lívið hjá teimum, ið har vóru, broyttist nógv.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026