Russiski uttanríkisráðharrin í Afrika

Russiski uttanríkisráðharrin í Afrika
Hetta er onnur ferðin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, at Lavrov vitjar í Afrika
Russiski uttanríkisráðharrin hitti suðurafrikanska uttanríkisráðharran, Naledi Pandor, í Pretoria í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.01.2023 - 10:06

Sergej Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin, vitjar í dag í Suðurafrika.

Flestu londini í Evropa vilja ikki taka móti umboðum fyri russisku stjórnina, men í Afrika er støðan ein heilt onnur, og har taka londini fegin ímóti, skrivar Danmark Radio.

Flestu londini í Afrika hava ikki valt síðu í stríðnum millum Russland og Ukraina og halda allar dyr opnar. 

Um minni enn ein mánað skal ein flotavenjing vera út fyri suðurafrikanska býnum Durban. Her skulu krígsskip úr Suðurafrika, Russlandi og Kina venja saman.   

 

 

Onnur vitjanin

Í løtuni hevur Suðurafrika formannin í BRICKS, har limalondini, Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika arbeiða saman um fíggjarliga økið. Seinni í ár skal Suðurafrika vera vertur fyri einum toppfundi fyri hesi londini.

Tað er aðru ferð, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, at Lavrov vitjar í Afrika. Russland hevur gott samband við fleiri av afrikonsku londunum.

 

Selja flest vápn

Russland er eisini landið, sum selur flest vápn til Afrika. Lavrov bar á síni seinastu afrikaferð upp á mál, at afrikonsku londini skuldu fáa fleiri møguleikar at atkvøða í ST, og nú bjóðar hann londunum í Afrika at handla í staðbundnum gjaldoyra í staðin fyri í evrum og dollarum. Hetta dámar afrikonsku londunum.

Tað er bara ein av andstøðuflokkunum í Suðurafrika, sum mótmælir vitjanini hjá Lavrov.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974