Minkandi fólkatal í Japan hóttir tjóðina

Minkandi fólkatal í Japan hóttir tjóðina
Í fjør vóru bert 800.000 børn fødd í Japan, har 125 milliónir fólk búgva
Japanski forsætisráðharrin er stúrin um minkandi fólkatalið í landinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.01.2023 - 16:17

Minkandi burðaravlopið í Japan er ein hóttan ímóti sjálvum tilverugrundarlagnum undir tjóðini.

Tað sigur japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, nú nýggjastu tølini fyri fødd og deyð eru almannakunngjørd í Japan.

Í fjør vóru bert 800.000 børn fødd í Japan, har 125 milliónir fólk búgva.

BBC skrivar, at Japan nú er tað landið í heiminum, har næstflestir borgarar eru yvir 65 ár, ella 28 prosent. Bert í Monako eru fleiri fólk, sum er eldri enn 65.

Í sjeytiárunum blivu umleið tvær milliónir børn fødd árliga í Japan.

Ein framrokning frá 2020 vísti, at tað fara at búgva 53 milliónir fólk í Japan við endanum av hesi øldini, altso bert 40 prosent í mun til tær 125 milliónir, sum eru har í løtuni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839