Góðan morgun Føroyar

Ungar kvinnur velja fyribyrgjandi kanning frá
25-01-2023
- Tað er sera umráðandi, at kvinnur lata seg kanna fyri lívmóðurhálskrabba, tí jú fyrr møgulig forstig verða staðfest, jú lættari er at viðgera, sigur Katrin Kallsberg.

Hvørt ár fáa umleið 10 kvinnur í Føroyum staðfest lívmóðurhálskrabba. Hetta er tað slagið av krabbameini hjá kvinnum, sum kemur oftast fyri.

Allar gentur og kvinnur millum 12 og 28 ár kunnu lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba. Men harafturat fáa kvinnur millum 25 og 60 ár boðið fyribyrgjandi kanning ímóti sjúkuni.

Nýggj tøl í Danmark vísa, at av teimum kvinnunum í 20unum, sum fáa boðið at ganga regluliga til fyribyrgjandi kanning, tekur bert helvtin av tilboðnum. Hetta merkir, at møgulig forstig til lívmóðurhálskrabba ikki verða diagnostiserað.

Tað er nógv, sum bendir á, at støðan er tann sama í Føroyum - ein stórur partur av ungum kvinnum tekur ikki av tilboðnum at fara til fyribyrgjandi kanningina hjá kommunulækna.

- Eg havi ikki neyv tøl, men tað er okkurt, sum bendir á, at tað eru samanbærlig tøl, sigur Katrin Kallsberg. Hon vísir á, at tað eru fleiri orsøkir til, at onnur hvør kvinna ikki tekur av tilboðnum at fara til fyribyrgjandi kanning triðja hvørt ár.

- Tað eru fleiri, sum ikki møta upp hjá kommunulæknanum, og tað eru fleiri orsøkir til, hví so er. Her í Føroyum er tað kommunulæknatrot, og ein stórur partur av fólki hevur ikki fastan kommunulækna, so kvinnurnar vita ikki, hvønn tær koma til. Fyri nógvar kvinnur er tað kensluligt at fara til hesa kanningina, sigur Katrin Kallsberg.

At møgulig forstig til lívmóðurhálskrabba ikki verða staðfest, hevur avleiðingar.

- Júst lívmóðurhálskrabbi verður mangan brúkt sum dømi um eina sjúku, sum er verd at screena fyri. Tað vil siga, mann tekur ein stóran bólk av kvinnum, sum ikki hevur nøkur sjúkueyðkenni og ikki merkja sær nakað, og bjóðar teimum til eina fyribyrgjandi kanning fyri at vita, um tær hava nakran kyknubroytingar ella ei. Tí mann veit, at útlitini fyri at gerast frísk eru so ómetaliga nógv betri, um tú staðfestir kyknubroytingar, áðrenn tað útviklar seg til krabbamein, sigur Katrin Kallsberg.

Í morgunsendingini fortelur Katrin Kallsberg um fyribyrgjandi kanningina og týdningin av, at kvinnur taka av tilboðnum at lata seg kanna fyri lívmóðurhálskrabba.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026