Runavíkar kommuna flytur

Runavíkar kommuna flytur
Runavíkar kommuna ætlar at selja kommunuskrivstovu á Heiðavegi 26 og flyta. Kommunan flytur tó ikki so langt, tí hon flytur inn í BankNordik-bygningin á Heiðavegi 54
Runavíkar kommuna hevur keypt BankNordik bygningin á Høgabóli fyri 19 milliónir krónur at brúka sum kommunuskrivstovu
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
27.01.2023 - 08:06

Runavíkar kommuna hevur keypt bankabygningin hjá BankNordik í Saltangará.

Prísurin er 19 milliónir krónur.

Umsitingin hjá kommununi skal nú húsast í bygninginum á Heiðavegi 54.

Semja er eisini gjørd millum partarnar um, at bankin, umvegis eitt leigumál við kommununa, flytur bankadeildina í býnum inn í hølini á Heiðavegi 13, har ið VisitRunavík hevur hildið til í nøkur ár.

Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Kommunan ætlar at selja verandi kommunuskrivstovu á Heiðavegi 26.


 

Flytur í apríl/mai

Í løtuni fæst Spf. Byggiverk við at umvæla hølini millum Bókabúðina og komandi bankadeildina til VisitRunavík at húsast í, og meðan virkar Kunningarstovan í leigaðum hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í somu gøtu. 

Væntandi flytur VisitRunavík inn í nýggj høli um miðjan mars. 

Holm Bygging fer nú undir at umvæla og seta í stand hølini, sum BankNordik í leigumáli skal virka í tey næstu árini, og væntandi kann bankin flyta av Høgabóli inn í nýggja deild á Heiðavegi 13 einaferð í apríl/mai. 

Tástani kann farast undir at flyta fyrisitingina hjá kommununi inn á Høgaból, har Bank Nordik húsast í dag, og væntandi kann tað, um alt gongur eftir ætlan, gerast fyri summarfrítíðina í ár. 

Verandi kommunuskrivstova verður lýst til sølu í almennum útboði.


Núverandi kommunuskrivstovan hjá Runavíkar kommunu, sum skal seljast, nú kommunan hevur keypt BankNordik-bygningin á Høgabóli fyri 19 mió. kr.

 

Býráðssalurin í Gamla skúla á Glyvrum

Ætlanin er eisini, at gamli skúlin á Glyvrum frá 1891 frameftir verður býráðssalur.

Hann verður í løtuni høvuðsumvældur og kann væntandi takast í nýtslu sum býráðssalur, samstundis sum fyrisitingin flytur av Heiðavegi 26 inn á Høgaból.

Fram hagartil vera býráðsfundirnir hildnir í verandi býráðssali.


Gamli skúli á Glyvrum, sum skal vera býráðssalur
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vøll.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænastan í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763