- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tað var ein rørandi løta, tá ið Leo vaknaði á Universitetssjúkrahúsinum í Hobro. Skurðviðgerðin eitur: “masektomi” við mannagongdini ‘key-hole’, sum á ófakligum máli merkir, at hann tók bringuna burtur í sambandi við, at hann er tvørkyndur.
- Eg bara græt, tá ið eg vaknaði.
Hann hevur altíð verið vísur í, at hann gjarna vildi undir skurð.
- Eg fekk skurðviðgerðina fyri mína egnu skyld.
Hetta er ikki tann einasta viðgerðin, sum hann hevur fingið. Tí hann hevur tikið testosteron í fýra og eitt hálvt ár, sum er tað mansliga kynshormonið. Hetta gevur honum skegg og ta djúpu røddina.
Hann sigur sjálvur, at honum dámdi einki at hava bringu. So í dag er hann glaður fyri, at hann fór undir skurð.
